Á sjálvum valdegnum, 12. november, vórðu síðurnar til nýggja barnagarðin á Sandi reistar.
- Hetta er eitt hitt størsta frambrot, sum er gjørt á Sandi, sigur Sands kommuna á sínum Facebook-vanga.
Lagt verður aftrat, at nú fáa børn, starvsfólk og avvarðandi bestu umstøður.
Tað var eitt samt bygdarráð á Sandi, sum tók støðu til at byggja nýggjan barnagarð.
- Hetta er enn eitt dømi um, hvat samanhald kann gera, siga tey í Sands kommunu á sinum Facebook-vanga.
Nýggi barnagarðurin á Sandi fer at hava pláss fyri umleið 100 vøggustovu-og barnagarðsbørnum.
Tað er byggifyritøkan Bulur á Signabø, sum byggir barnagarðin, ið verður bygdur beint við nýggjastu útstykkingina.