Søguligu húsini verða kallað so, tí tey eru bygd úr tilfari frá gomlu Amtmanshúsunum.
Bloggur um fyrra mótmælið, Fýra hæddir upp fyri Gamla Danmark, kann lesast her.
Nú mótmæla grannarnir á øðrum sinni, tí tey ikki halda seg verða hoyrd í nóg stóran mun.
- Bústaðarviðurskiftini eru góð her, og eiga framhaldandi at verða tað, til frama fyri ikki bara okkum, sum búgva her, menn øll onnur í kommununi. At tað er gott at búgva í bynum, gevur øðrum eisini nakað virðismikið, siga tey, sum skriva mótmælið.
Her ber tl at lesa mótmælisskrivið: Til Tórshavnar kommunu 14. januar 2024 Hoyringarskriv í sambandi við ætlanina um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið millum Vágsbotn og Skálatrøð. Í august mótmæltu grannar í Tróndargøtu ætlanina um at gera trappu frá kaiøkinum niðan á Gríms Kambansgøtu.
##med2##