Tað gongur væl hjá Bjarna í Selvindi í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Bjarni, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand ferðaðust í dag til Sandefjord fyri at spæla dyst móti Runar.
Runar vann tepran 38-36 sigur í einum málríkum dysti. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-18.
Føroyingarnir gjørdu tó sítt. Bjarni skoraði fimm mál og legði upp til heili níggju mál. Helgi skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.
Kristiansand er næstaftast í deildini við 13 stigum, men teir eru bert tvey stig aftanfyri Fjellhammer og Bækkelaget, ið hava 15 stig hvør.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget tóku í dag móti toppliðnum, Drammen á heimavølli.
Drammen, ið er fjórðfremst í deildini vann dystin 31-28. Í steðginum var Drammen á odda 19-13.
Kjartan skoraði fimm mál, legði upp til trý mál og vann liðnum eitt brotskast.
Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við 15 stigum.
3. apríl tekur Kristiansand móti Sandnes á heimavølli. Sama dag spælir Bækkelaget á útivølli móti Halden.
Grundspælið í bestu norsku hondbóltsdeildini endar 10. apríl. Liðini sum enda næstaftast og triðaftast skulu spæla dystir móti liðum úr næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.