Breiðablik vann stórsigur á útivølli

Patrik Johannesen var á vøllinum í 67 minuttir

Patrik Johannesen var við frá dystarbyrjan, og hann fekk 67 minuttir á vøllinum í dystinum hjá Breiðablik móti Fram á útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Breiðablik vann stórsigur 4-1. 

 

Fram legði seg annars á odda 1-0 tá eitt korter var farið av dystinum, men teir hjá Breiðablik vóru skjótir at svara aftur, og í seinna hálvleiki skoraðu teir trý mál aftrat.

 

Fram-Breiðablik 1-4 (1-1)

 

Guðmundur Magnússon '15 1-0

 

1-1 Viktor Karl Einarsson'20

 

1-2 Aron Bjarnason '73

 

1-3 Viktor Karl Einarsson'83

 

1-4 Ísak Snær Þorvaldsson'85

 

Breiðablik er næstfremst í deildini við 18 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingi Reykjavík, ið hevur 21 stig í oddinum.

 

Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 spælir Breiðablik grannauppgerð í Kórinn-høllini móti HK. Sama kvøld klokkan 18 tekur Víkingur móti Fylkir á heimavølli. 

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirVJTMál+/-Stig
1Víkingur Reykjavík870119:71221
2Breiðablik860221:111018
3Valur843113:8515
4Stjarnan841314:9513
5FH841313:13013
6Fram83329:9012
7KR832315:14111
8ÍA831415:11410
9HK72147:12-57
10Vestri82157:18-117
11KA812511:20-95
12Fylkir70167:19-121