Breyðristari elvdi til nógvan royk í sethúsum í Havn

- Tíbetur var eingin eldur, og alt spældi væl av, sigur løgreglan.

Seinnapartin í gjár varð nógvur roykur í einum sethúsum í Havn, men tíbetur spældi alt væl av.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað var ein unglingi, sum ringdi at boða frá.

 

- Ein breyðristari hevði staðið á komfýrinum, og onkur var komin til at tendra komfýrin, soleiðis at breyðristarin var vorðin glóðheitur. 

 

Hendingin elvdi til nógvan royk, men tíbetur ongan eld.

 

Vaktleiðarin sigur, at unglingin hevði fingið breyðristaran út um, tá hann ringdi til løgregluna at boða frá.

 

- Unglingin var í iva um, hvussu hann skuldi bera seg at, og tí ringdi hann til løgregluna. leggur vaktleiðarin aftrat.