Burn: Danski stórskjúttin hjá Kyndli søkti StÍF

Kyndil vann 29-25 á StÍF í høllini á Skála

William Skovsager hevur í tveimum dystum skotið 22 mál fyri Kyndil

Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í dag.

 

Í høllini á Skála tók StÍF móti Kyndli.

 

Kyndil vann dystin 29-25. Í steðginum var Kyndil á odda 16-14.

 

Kyndil var á odda allan seinna hálvleik, men tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum minkaði StÍF til 24-25. Men tá eydnaðist Kyndil at koma framum aftur 27-24, og at halda tørn seinastu løtuna. 

 

Kyndil hevur fingið ein veruligan stórskjútta úr Danmark. Í undanfarna dystinum móti Neistanum skoraði William Skovsager 10 mál, og í dag skoraði hann heili 12 mál móti StÍF.

 

Kasper Sommer og Pætur Barclay vóru toppskjúttar hjá StÍF við fimm málum hvør.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL2605643
 H712575072
 VÍF1282532
 KÍF25658-22
 NEISTIN1313101
 TEAM KLAKSVÍK00000
 STÍF25163-120

 

 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

William Skovsager hevur í tveimum dystum skotið 22 mál fyri Kyndil