Tað var dúkað til eina spennandi og javna uppgerð í Burn mansdeildini í høllini í Kollafirði, tá KÍF og H71 hittust í kvøld.
Men soleiðis gjørdist tað ikki. H71 vann stórsigur 32-22 á KÍF.
Ísak Vedelsbøl, ið gjørdi tað framúr til bæði U21- og til U19-HM í summar gekk undan, og gjørdist toppskjútti fyri H71 við níggju málum.
Í steðginum var støðan 13-10 til H71. Tá 27 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 10-10, men seinastu løtuna skoraði H71 trý mál uttan, at heimaliðið megnaði at svara aftur.
Tá 40 minuttir vóru leiktir var H71 á odda 19-13. Eftir tað var 15-20 tað nærmasta KÍF kom H71.
Mattias B. Joensen var toppskjútti hjá KÍF við fýra málum.
H71 og KÍF hava tvey stig hvør fyri tveir teir fyrstu dystirnar í Burn mansdeildini.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##