Burn: Kyndil tryggjaði sær javnleik við brotskasti í seinastu løtu

Neistamenn vóru á odda 31-27 móti Kyndli tá fimm minuttir vóru eftir. Tað endaði við javnleiki 31-31

Savnsmynd

Tað gjørdist talan um háspenning tá Neistin og Kyndil spældu dyst í høllini á Hálsi í Burn mansdeildini í kvøld.

 

Dysturin endaði við javnleiki 31-31, og tað kunnu neistamenn iðra seg um.

 

Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum vísti máltalvan 31-27 til Neistan.

 

Tobias Thisen javnaði til 31-31 við einum brotskasti beint áðrenn hallarlúðurin ýldi, og so kundu kyndilsmenn stórfegnast um eitt stig.

 

Í støðuni í samband við brotskastið fekk Pauli Høj hjá Neistanum reytt kort.

 

Kyndil var annars á odda 17-15 í steðginum.

 

Rókur Árason og Philip Harper Müller vóru toppskjúttar hjá Neistanum við sjey málum hvør.

 

Toppskjúttar hjá Kyndli vóru William Skovsager við 10 málum og Tobias Thisen við níggju málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Savnsmynd