Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í dag.
Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti VÍF.
Neistin vann dystin 27-24. Í steðginum var Neistin á odda 15-13.
Tá 48 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 21-21. Neistin kom framum 24-21. KÍF minkaði um munin til 24-23, men kom ikki nærri.
Hóri Reginsson og Pauli Høj vóru toppskjúttar hjá Neistanum við fimm málum hvør. Fríði Weyhe var toppskjútti hjá KÍF við seks málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 7 | 244 | 195 | 49 | 12 |
H71 | 8 | 239 | 206 | 33 | 11 |
KYNDIL | 8 | 220 | 200 | 20 | 10 |
NEISTIN | 9 | 235 | 255 | -20 | 9 |
KÍF | 9 | 229 | 255 | -26 | 6 |
TEAM KLAKSVÍK | 7 | 193 | 220 | -27 | 5 |
STÍF | 8 | 221 | 250 | -29 | 3 |