Burn: Tony sendi KÍF í FM-finalurnar í triðseinasta sekundinum

KÍF vann triðju FM-hálvfinaluna í høllini í Vestmanna

Tony Weyhe (uttast til høgru) skoraði sigursmálið hjá KÍF tá trý sekund vóru eftir av dystinum í Vestmanna

Tá klokkan í høllini í Vestmanna vísti 59:57 sendi Tony Weyhe bóltin í málið fyri KÍF til støðuna 21-20 til KÍF, og so kundu kollfirðingar stórfegnast um at hava vunnið samlaðu FM-hálvfinalu uppgerðina móti arvafíggindanum, VÍF.

 

21-20 sigurin hjá KÍF í Vestmanna í kvøld merkir, at KÍF vinnur hálvfinaluuppgerðirnar 2-1, og teir møta harvið H71 í FM-finalunum, har spælt verður best av fimm dystum.

 

KÍF var á odda 11-9 í steðginum. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum javnaði Andrias Eriksen til 20-20, og so gingu nærum tríggir minuttir áðrenn Tony Weyhe gjørdist fólkahetja í Kollafirði.

 

Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF, og Rasmus Søby var toppskjútti hjá KÍF. Teir skutu seks mál hvør.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Tony Weyhe (uttast til høgru) skoraði sigursmálið hjá KÍF tá trý sekund vóru eftir av dystinum í Vestmanna