Evropeiska hondbóltssambandið, EHF hevur seinnapartin drigið lut í Champions League hjá monnum.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin komu í bólk saman við PSG, men sluppu undan Barcelona, Magdeburg og Aalborg.
HER er lutakastið:
Bólkur A:
Orlen Wisla Plock
Veszprem HC
Paris Saint-Germain
Fredericia
Fücshe Berlin
Sporting CP
Dinamo Bucuresti
HC Eurofarm Pelister
Bólkur B:
Aalborg
SC Magdeburg
Barcelona
Industria Kielce
Pick Szeged
HBC Nantes
HC Zagreb
Kolstad
Bólkaspælið í teimum báðum bólkunum, har 14 umfør skulu avgreiðast byrjar 11. og 12. september. Seinasta umfarið í bólkaspælinum verður leikt 5. og 6. mars.