Landsliðsverjuleikarin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka tóku í dag móti Hutnik Krakow í dysti í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Tað gingu bert tríggir minuttir so hevði útiliðið lagt seg á odda 1-0, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði gamli KÍ og B36 áleyparin úr Lettlandi, Valerijs Sabala til 1-1.
Hutnik Krakow legði seg aftur á odda tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki. Leingi var tap í hendi hjá Chojniczanka, men stutt áðrenn vanliga leiktíðin var farin javnaði Grzegorz Szymusik til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Chojniczanka er fjórðfremst í deildini við 42 stigum. Tað eru bert tvey stig niður til sjeynda plássið, ið ikki gevur rætt til at spæla uppflytingardystir, so tað er sera tætt í deildini.
Sunnudagin 21. apríl spælir Chojniczanka móti Zaglebie á útivølli.
Grundspælið í triðbestu pólsku deildini endar 25. maj.