Delta-frábrigdið ger um seg í 19 ES-londum

Í miðal stóð delta-frábrigdið fyri 68,3 prosentum av koronu-sjúkuni í 19 ES-londum.

 

 

Evropeiski smittuverjustovnurin - ECDC - veit at siga, at smittandi delta-frábrigdið av koronuvirus nú ræður í tilsamans 19 ES-londum.

 

Eftir eina kanning, sum varð gjørd í ES-londunum í døgunum millum 28. juni og 11. juli, er greitt, at delta-frábrigdið nú er hitt vanligasta.

 

Í miðal stóð delta-frábrigdið fyri 68,3 prosentum av koronu-sjúkuni í 19 ES-londum.

 

Frábrigdið er longu ávíst í flestu ES-londum, og væntandi er, at frábrigdið fer at spjaða seg og fer at avloysa onnur frábrigdi.

 

- Tíverri síggja vit eina øking av sera smittandi delta-virusinum í okkara felagsskapi, sigur evropastjórin í Heimsheilsustovninum, Hans Kluge.