Djokovic megnaði tað: Nú javnur við Nadal og Federer

Novak Djokovic megnaði tað, ið flest øll væntaðu av honum í dag

Novak Djokovic megnaði tað, ið flest øll væntaðu av honum í dag. Hann basti nevniliga italska Matteo Berrettini í Wimbledon finaluni, og vann sostatt stóra Grand Slam steypið annað árið á rað. Hetta er harvið triðju ferð í 2021, at Novak Djokovic ognar sær eitt Grand Slam steyp. Hann er eftir sigurin í dag javnur við størstu kappingarneytarnar, Rafael Nadal og Roger Federer, ið báðir høvdu 20 Grand Slam steyp undan dagsins finalu. Djokovic er tó yngst at “the big three” og væntast kann, at serbiski tennis gudurin fer at yvirhála ávikavist Nadal og Federer.

 

 

 

Finalan í dag skuldi vísa seg at gerast meira spennandi, enn summi høvdu ímyndað sær áðrenn dystarbyrjan. 25 ára gamli Berrettini spældi á einum høgum støðið í fyrsta setti. Italski leikarin nýtti sína sterku forhond, servarnar og ágangandi spæl til at trýsta Djokovic. Hóast Djokovic breyt servina hjá Berrettini og vann sær eina 3-1 leiðslu, so megnaði italska áliti at koma aftur á 5-4. At enda vann Berrettini fyrsta sett eftir ein “tiebreak” varð leikt. Hana vann Berrettini 7-4.

 

 

 

Hetta gav uppgerðini spenning – nakað ið partleysir tennis áskoðarar vónaðu. Næstu trý settini vóru tó merkt av vinnandi lyndinum hjá Novak Djokovic. Hann breyt servarnar hjá Berrettini, sendi bóltarnar væl aftur í spæl og vísti eina ótrúliga megi. Eyðkendu úlvaróp hansara vóru eisini at hoyra.

 

 

 

Djokovic vann at enda 3-1 í settum.

 

 

 

Wimbledon finala 11/07/2021

 

Novak Djokovic-Matteo Berrettini

 

Úrslit: 3-1

 

Settini: 6-7, 6-4, 6-4, 6-3