E.coli-smitta er ikki at spæla við

- Bakterian kann geva magapínu og leyst lív. Í ringasta føri kann hon elva til, at nýruni svíkja, og fólk kunnu fáa krampar, sigur norskur smittuyvirlækni. Í Trøndelag í Noregi er ein heilur barnagarður stongdur.

 

E.coli-smitta, sum hon verðu rópt, er ikki ókend um okkara leiðir. Tað er meira at kalla vanligt, tá tað fer at regna um heystarnar, at eisini føroyskar kommunur lýsa við, at neyðugt er at kóka drekkivatnið, tí E.coli-bakteria er staðfest í vatninum.

Men, bakterian er ikki at spæla við, tá illa vil til.

Í Noregi er í løtuni ein heilur barnagarður stongdur, sum helst eisini verður stongdur restina av hesari vikuni. Talan er um ein barnagarð í Trøndelag. Avgerðin er tikin, eftir at tvey børn í barnagarðinum hava fingið staðfest E.coli-smittu.

Tað er kommunan, ið varðar av barnagarðinum, sum í tíðindaskrivi ger vart við trupulleikan við bakteriuni. Við fýra vikum ímillum eru tvey børn í barnagarðinum vorðin innløgd, harav annað barnið framvegis liggur á sjúkrahúsi. 

- Bæði børnini hava fingið ávíst tarmbakteriuna, og arbeitt verður við at finna út av, um bæði børnini eru vorðin fongd við sama varianti av E.coli, sigur smittuyvirlæknin í Trónheim kommunu, Eli Sagvik. Hann sigur, at áðrenn børnini kunnu fara aftur í barnagarð, skulu tey hava eina negativa váttan, sum sigur, at tey ikki longur eru smittað.

E.coli-bakterian kann geva magapínu og leyst lív, har blóð kann vera í avførninginum. Í ringasta føri kann bakterian elva til, at nýruni svíkja, og fólk kunnu fáa krampar. Heilsustøðan kann gerast vánalig; tú verður bleikur og illa fyri.

- Tað eru serliga børn, eldri og fólk við niðursettari immunverju, sum kunnu fáa álvarsligar trupulleikar av E.coli-bakteriu, sigur smittuyvirlæknin, Eli Sagvik.

Kommunan í Trønderlag samstarvar við Matvørueftirlitið, St. Olavs Hospital og Fólkaheilsustovnin um trupulleikan, sum hevur tikið seg upp, nú børn í barnagarðinum eru vorðin sjúk av E.coli-bakteriu, og barnagarðurin fyribils er stongdur.