EG BJÓÐI MEG FRAM TIL FÓLKATINGSVALIÐ

 

 

Um Gud vil, og eg livi, verði eg 70 ára gamal um ein góðan mánað.

 

Og eg havi tikið ta avgerð, at hetta valið verður tað seinasta, sum eg taki lut í.

 

Eg stilli ikki upp aftur til løgtingið, har eg, tá ið hetta valskeiðið er av, havi sitið eini 28 ár tilsamans.

 

Men eg bjóði meg fram at umboða Føroyar á Fólkatingi, og við teimum royndum eg havi sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgtingsformaður, haldi eg meg vera føran fyri tí.

 

Mínar royndir eru, at danskir politikarar vita ov lítið um føroysk viðurskifti!

 

Tí er uppgávan hjá einum føroyskum fólkatingsmanni m.a. at kunna danir um, at vit føroyingar – so ósamdir vit enn kunnu vera – kenna okkum ikki sum danskarar.

 

Vit hava okkara egna samleika, okkara egna mál og okkara egna virðisgrundarlag.

 

Hetta virðisgrundarlag vil eg gera alt fyri at verja, verði eg valdur!

 

 

 

Jógvan á Lakjuni