Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?
- Ja, jólini koma, tá tey koma - tíbetur somu tíð hvørt ár. So her er eingin fyrireiking.
Tað sigur Viviann Tórsdóttir.
Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?
- Eg eri ikki komin so langt, at eg havi hugsað um at pynta, men perurnar eru uttanfyri húsini, so tað bara at tendra. Pyntið kemur líka fyri 1. sunnudag í advent.
Viviann Tórsdóttir sigur, at henni dámar væl nógvar perur runt umkring, og hon elskar stórar nissur og einglar.
Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?
- Síðan børnini eru blivin vaksin, hava vit havt jólatræ úr plasti, og tað verður pyntað vikuna fyri jól. Fyrr keyptu vit jólatræ og pyntaðu tað so skjótt, tað varð keypt.
Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?
- Eg havi umleið 40 gávur at keypa, og mær dámar væl at hugsa um, hvat hvør ynskir sær og so royna sum best at geva tað, tey vilja hava.
Viviann Tórsdóttir leggur aftrat, at hon elskar hesa tíðina av árinum, tá stormurin larmar uttanfyri, og hugni er innanveggja við kertuljósum.