Eidsvåg spælir tvær konsertir

Í dag hevur norski tónleikarin Bjørn Eidsvåg tvær konsertir í Runavík

Í dag hevur fólkakæri, norski tónleikarin Bjørn Eidsvåg konsert í Løkshøll í Runavík. Hetta er í sambandi við mentanarvikuna í kommununi.

 

Bjørn Eidsvåg hevur virkað sum prestur innan sálarsjúkuøkið, og tað hevur havt ávirkan á sangir hjá honum. Hann skrivar sangir við søgum og kenslum, og hann dugir væl at brúka ymisk tónleikasløg, tá ið hann skrivar løg og leggur tónleikin til rættis.

 

Konsertin við Bjørn Eidsvåg og bólki í kvøld klokkan 19:30 er útseld. Eykakonsert verður klokkan 17.