Rockslóðari við tveimum nýggjum sangum

Rocktónleikarin Jørgin Dahl hevur útgivið tveir nýggjar sangir, nú nýggjur sjónvarpsdokumentarur um Straight Ahead verður sýndur í kvøld

Í kvøld sýnir Kringvarpið fyrra part av nýggjum dokumentari um rockbólkin Straight Ahead í Klaksvík, nú 50 ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna. Høvuðsmaður í bólkinum var Jørgin Dahl, sum hevur skrivað sangir sum "Komið øll við" og aðrar. Hann verður roknaður sum slóðari í føroyskum rocktónleiki.

 

Nú hevur Jørgin Dahl útgivið tveir nýggjar sangir. Jørgin Dahl hevur skrivað løgini, Graham Stewart hevur skrivað orðini, og Óli Poulsen hevur staðið fyri innspælingunum av sangunum.

 

"Watch me I'm Free" er ein væl svingandi rocksangur, og "Song For Her" er ein vøkur ballada.

 

Kendi føroyski sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen hevur staðið fyri at gera video til sangin "Watch Me I'm Free", og hetta video kann síggjast niðanfyri.

 

Fríggjakvøldið 17. mai og leygarkvøldið 18. mai vera heiðurskonsertir fyri Straigh Ahead í Varpinum í Klaksvík.

 

Nýggi sjónvarpsdokumentarurin "Komið øll við" kann síggjast í sjónvarpinum í kvøld klokkan 20. Suni Merkistein og Hans Petur Hansen hava lagt til rættis.

 

##med2##