Danskur fiskimaður: Hevur áður sligið mann til deyðis

Tann eini av manningini, sum var við Inger Katrine feigdartúrin, tá ein maður varð bukaður til deyðis umborð, er áður dømdur fyri at hava sligið ein mann til deyðis, veit danskur miðil at siga.

 

Fimm danskir fiskimenn sita í løtuni varðhaldsfongslaðir. Teir eru skuldsettir fyri dráp av einum skipsfelaga umborð í danska útróðrarbátinum, Inger Katrine, meðan teir vóru til fiskiskap í Norðsjónum.

 

Ein bjargingartyrla var eftir lívleysa manninum tíðliga mánamorgunin, og hann varð staðfestur deyður, tá hann kom á sjúkrahús. 

 

Veðrið var ringt á leiðini í Norðsjónum, har útróðrarbáturin var staddur, og tí bar ikki til hjá løgregluni at fara umborð at gera tekniskar kanningar.

 

Báturin slapp tískil heldur ikki til lands fyrr enn mikukvøldið í vikuni - ella umleið hálvt triðja samdøgur eftir, at tyrlan hevði verið eftir lívleysa manninum.

 

Danska heimasíðan www.folkebladetlemvig.dk veit at siga, at maðurin, sum læt lív umborð, var 41 ára gamli, Alf Villum Jensen, og hann var nýggjur maður umborð.

 

Líkskurður vísti, at hann bæði var sligin, sparkaður og eftir øllum at døma eisini kvaldur.

 

Danska heimasíðan veit at siga, at tann eini av manningini, sum var við feigdartúrin, áður er dømdur fyri at hava sligið ein mann til deyðis.

 

Ekstrablaðið hevur skift orð við fyrrverandi konuna hjá manninum, Louise Villum Jensen, sum framvegis búði saman við manninum.

 

Sambært henni var maðurin ikki unniligur við støðuna, tá hann hevði hitt manningina, hann skuldi til fiskiskap saman við.

 

- Eg merkti á honum, at hann var bangin. Nú vil eg hava at vita, hví hetta hendi, og hvat tað var, sum hendi. Fyrr enn tá fái eg ikki frið á mær, sigur hon við blaðið.

 

Sambært skuldsetingunum hjá Midt- og Vestjyllands Politi varð Alf Villum Jensen fyri ógvuliga grovum harðskapi umborð, sum kostaði honum lívið.

 

##med2##

 

- Tað var ikki fyrr enn líkskurður varð framdur, at tað gjørdist greitt, at hetta var eitt mál, sum kravdi avhoyringar av manningini, sigur løgreglukommiserurin, Poul Fink, sum er kanningarleiðari í málinum.

 

Tríggir av teimum skuldsettu, 28, 30 og 39 ára gamlir, búgva allir í Hvide Sande. Ein 41 ára gamal er úr Hobro, og ein 28 ára gamal er úr Tarm.

 

Grundlógaravhoyringin hósdagin fór fram fyri afturlatnum hurðum, men sum skilst nokta allir fimm seg sekar í skuldsetingini um at hava dripið hin 41 ára gamla við spørkum, sløgum og kvaling.

 


 

 

Tá 41 ára gamli, Alf Villum Jensen, møtti manningini, gjørdist hann óunniligur við støðuna.