Eldri kvinna gleið í hálkuni og endaði á skaðastovuni

- Líkt er til, at fólk eru ansin og hava tikið atlit til hálkuna, sigur løgreglan.

Hóast hetta er tíðin, tá nógvir jólafrokostar eru um vikuskiftini, og nógv fólk eru í býnum, samstundis sum vegir hava verið sera hálir, hoyrist kortini ikki nógv um, at fólk eru dottin og eru endað á skaðastovuni.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn segði i morgun, at tey tíbetur ikki hava fingið fleiri fráboðanir um slíkar skaðatilburðir um vkuskiftið, og hann helt fyri, at fólk helst hava verið ansin og hava tikið atlit til hálkuna.

 

Men, í gjárkvøldið kom ein eldri kvinna í Havn illa fyri í hálkuni. Løgreglan sigur, at kvinnan var gliðin, og sjúkrabilur flutti hana á Landssjúkrahúsið. Vaktleiðarin sigur seg ikki vita, hvussu støðan hjá kvinnuni er.