Hava vaskað herverkið av Tinghúsinum

Einki sæst longur til herverkið, sum onkur Ísraels-andstøðingur sproytaði á Løgtingshúsini mánanáttina

Eftir at Vaskimenn í allar gjár stríddust við at vaska reyðu málingina av Løgtingshúsinum, sæst nú einki til herverkið, sum varð framt síðstu nátt.

 

Løgreglan, sum hevur kannað málið, veit enn ikki, hvør hevur framt herverkið.

 

Eingi vakmyndatól eru á bygningunum hjá Løgtinginum. Løgreglan segði við in.fo í morgun, at um talan var um ein tjóðartingsbygning í øðrum landi, so vóru uttan iva vaktmyndatól, ið vístu bygningarnar og umhvørvið kring bygningarnar.

 

 

 

Tað var upp á tal í gjár, at neyðugt var at málað út yvir málingina, sum kundi verið ring at fingið av – tí hildið varð, at serliga sterki reyði liturin fór at síggja. Men nú húsini eru vaskað, sæst valla farvegur av nakrari reyðari máling, og tí verða tað eini rein tinghús til tingfundin, sum verður í dag klokkan 13.

 

##med2##

##med3##

##med4##