Einki nýtt undir sólini hjá upsatrolarunum

Allir teir smáu trolbátarnir liggja í løtuni, men onkur fer væntandi útaftur í næstum.

Fýra partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap eftir upsa. Skipini fáa eisini nakað av hjáveiði, eitt nú longu, hýsu og tosk.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Og soleiðis hevur verið í langa tíð - fyri ikki at siga í nøkur ár.

 

Í løtuni er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir koma væntandi inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Teir hava svartkalva og kongafisk, verður lagt aftrat.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju í løtuni, men onkur fer væntandi útaftur í næstum.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll landa í næstu viku, verður lagt aftrat.