Eitt barn er Føroya Gull

Eitt barn er Føroya Gull og tað má verjast. Tað er ikki at spæla við, og vit mugu virða barnið við allari virðing sum vit hava. Tað er upprunin av søgu menniskjans, og øll vit sum eru her í dag hava forfedrar okkara stríðst fyri at geva okkum lív.

 

Vit skulu ikki lata sum luft og taka tamarhald á barni og bestemma um handan skal liva ella ikki bara grundað av at vit bleiv fødd áðrenn barnið. Vit skulu ikki behandla eitt barn sum ein óvælkomnan gest ella ein kreft sum skal fjernast. 

 

Eg skilji ikki, hví fólk bara tosa um mammuna og ikki um pápan sum hevur líka nógva ábyrgd, at barnið er komið til mamman og hevur skapt ein trupulleika sum tey siga. Vit hoyra fólk rópa, at tað er teirra kroppur, og tey vilja bestemma. Men hví hava tey ikki gjørt tað áðrenn barnið kom til veruleika? Eg eri samdur í, tí at fólk skulu hava stýr á egnum kroppi, men so mugu fólk hava stýr á tí, tá tey blíva 18 ár og taka ábyrgd. Taka ábyrgd hvat vit gera er ikki nakað nýtt. Eitt barn kemur ikki av ongum. 

 

Í KVF hoyrir man bara frá mammuni, men tað er líka týdningarmikið, at pápin skal eisini koma í kjakið. At ikki taka pápan við til hetta kjakið er ein stórur vandi fyri, at teir blaka allar ábyrgdina til konuna og renna vekk frá trupulleikanum. Teir mugu eisini koma upp í part.

 

Fosturtøka skal verða tað seinasta og neyðuga viðgerð. Ikki tað fyrsta, tá man kemur til læknan ella um man spyr tað almenna um hjálp. Vissi tey tørva kunning gev teimum kunning. Vissi tey tørva bústað gev so eitt bústað. Vissi tey tørva ansing, gev teimum ansing o.s.v. Brúka heldur tíð upp á at hjálpa familjuni enn, at fjerna barnið og einki gera við sjálva trupuleikan. 

 

So góði tit løgtingslimir! 

 

Veljið lív! Minnist til, at barnið er Føroya Gull!

 

Tey eru framtíðin hjá okkum!

 

Vinarliga heilsan

 

Petur Asano