Missiónsvika á Argjum

Frá í dag, mikudagur 5. februar, til sunnudagin 9. februar verður árliga missiónsvikan í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum.

Tíðindaskriv:

 

Møtini byrja kl. 19.30 hvørt kvøld og enda við drekkmunni, tó sunnukvøldið kl. 17.00, har endað verður við nátturða.

Hósdag, fríggjadag og leygardag verður bókaborð.

Barnaansing verður sunnukvøldið. 

Skráin er henda: 

 

Mikudagin 5. februar:

Talari: Hilmar Danielsen, Klaksvík

Sangur: Argjakórið

Hósdagin 6. februar:

Talari: Pól Johannesen, Klaksvík

Sangur: Tummas Pauli og Martha Mýri, Klaksvík 

Fríggjadagin 7. februar:

Ung úr Meinigheitshúsinum í Havn skipa fyri

Sangur: Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge 

Leygardagin 8. februar:

Talari: Rannvá Langgaard, Klaksvík

Sangur: Thaborkórið

 Sunnudagin 9. februar:

Talari: Gerhard J. Mikkelsen, Fuglafjørður

Sangur: Tabitha 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin! 

Stýrið fyri Kirkju- og missiónshúsið