EM: Jana hevði flest upplegg til mál í bólkaspælinum

Jana Mittún var assist-drotningin í innleiðandi bólkaspælinum

Jana Mittún er fremst á einum flottum yvirliti aftaná øll EM-liðini hava avgreitt innleiðandi bólkaspælið.

 

Jana hevur nevnliga flest upplegg til mál - assists - í kappingini.

 

Jana hevur lagt upp til 20 mál í trimum dystum, ið eru 6,67 mál í miðal pr. dyst.

 

HER er yvirlitið við leikarunum við flest uppleggum til mál:

 

##med2##

 

Jana er eisini næstfremst á yvirlitinum yvir sendingar (avleveringar). Hon hevur 761 sendingar til viðleikarar, ið er tað næsthægsta í innleiðandi bólkaspælinum.