Fyri nøkrum árum síðani sang Greta Svabo Bech heimskenda lagið "Raise Your Weapon" inn saman við Deadmau5. Lagið er farið um allan heim og hevur 77 milliónum spælingar á YouTube.
Men nú ger Greta Svabo Bech vart við ein stóran trupulleika: Hon fær ikki viðurkenning fyri sín leiklut í sanginum.
Á netinum eru nógv videobrot frá Deadmau5 konsertum. Og í videonum hoyrist røddin hjá Gretu – men ein onnur sangarinna.
– Eitt er ikki at geva kredit. Men eitt annað er, tá onkur aktivt tekur kredit fyri tína rødd og sigur, at hon er teirra. Tað er júst sum, at onkur tekur ein part av tínum kroppi og sigur, at hann er teirra. Tað kennist sum eitt álop á mín samleika og mítt grundarlag sum sangarinna, sigur Greta Svabo Bech í einari fráboðan á Facebook.
– Tá fólk senda mær videobrot, hoyri eg mína rødd, men eg síggi onkran annan á pallinum, og eg veit ikki, hvat eg skal siga, fortelur Greta, sum higartil bara hevur ignorerað tað, men nú hevur hon valt at brúka sína rødd til at gera vart við trupulleikan og órættvísið.
Trýst HER fyri at síggja hennara fráboðan.
Her er eitt dømi, har ein sangarinna, sum kallar seg Lights, framførir við sanginum, sum Greta Svabo Bech eigur røddina í:
##med3##
Her er originali "Raise Your Weapon" sangurin við Deadmau5 og Gretu Svabo Bech:
##med2##