Ernst Jacobsen nýggjur rakstrarleiðari

Ernst Jacobsen er settur sum rakstrarleiðari á Posta

Hesum boðar leiðslan frá í dag.

Ernst Jacobsen fær yvirskipaðu ábyrgdina av rakstrinum í koyrideildini, útberingini og framleiðsluni. Høvuðsuppgáva hansara verður at samskipa tvørtur um deildir, styrkja samstarv og rakstur umframt tænasturnar til viðskiftafólk.

Ernst Jacobsen hevur leiðsluroyndir frá eitt nú Mowi og Arbeiðsloysisskipanini.

Hann hevur síðani mars verið knýttur at Posta sum konsulentur, og tekur við starvinum beinanvegin.