European Cup: Valur vann fyrru finaluna við fýra málum

Seinni finalan móti Olympiacos verður leikt í Athen komandi leygarkvøld

Tað eydnaðist Allani Norðberg og liðfeløgunum í Vali frammanfyri einari fullsettari N1 høll á Hlíðarenda í Reykjavík at vinna fyrru European Cup finaluna móti grikska liðnum, Olympiacos.

 

Valur vann dystin 30-26. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Olympiacos hekk í Vali stóran part av dystinum, men móti dystarenda eydnaðist Vali at koma nøkur mál framum, og harvið hava eina fýramálsleiðslu við sær til Athen til seinnu finaluna. 

 

Gongdin í dystinum: 1:2, 4:5, 7:7, 9:9, 11:11, 14:14, 16:15, 20:18, 21:20, 23:22, 27:25, 30:26.

 

Allan skoraði eitt gott mál frá veinginum. Tað var málmøguleikin hann fekk, og hann tók av. 

 

Stóru leikararnir hjá Vali í kvøld vóru málverjuveteranurin, Björgvin Páll Gústavsson sum hevði 17 bjargingar, og Benedikt Gunnar Óskarsson sum skoraði 10 mál.

 

Seinna hálvfinalan verður leikt í Athen komandi leygarkvøld klokkan 18.

 

RÚV sum sæst á Televarpinum vísir eisini seinnu finaluna.