European Cup: Vánaligur fyrri hálvleikur kostaði ÍBV dýrt

ÍBV megnaði bert javnleik móti eysturríkska, Krems á heimavølli í dag

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV spældu í dag seinna dystin í triðja umfarinum í European Cup móti eysturríkska liðnum, Krems úti í Heimey. 

 

ÍBV hevði eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin, men tað endaði við javnleiki 32-32. Krems vann fyrra dystin á heimavølli 30-28, og vann sostatt ein samlaðan 62-60 sigur, og vinnur seg harvið víðari til fjórða umfarið í kappingini.

 

Tað var fyrri hálvleikur sum feldi ÍBV í dag. Í steðginum var Krems á odda 19-13, og samlað við átta málum. Sambært Morgunblaðnum spældi ÍBV ein frálíkan seinna hálvleik, men tað var tíverri ikki nóg mikið. 

 

ÍBV kann nú hugsavna seg um heimligu kappingarnar. 

 

Komandi fríggjakvøld tekur ÍBV móti Stjörnuni á heimavølli. ÍBV spælir seinasta dystin undan steðginum móti Víkingi Reykjavík á heimavølli, leygardagin 16. desember.

 

Eftir tað er vetrar og HM-steðgur.