Eyðvør aftur best í august

Í harðari kapping við Heidi Sevdal úr NSÍ, bleiv Eyðvør Klakstein vald sum besti spælarin í august mánaða, skrivar Fótbóltssambandið

Eyðun Klakstein handaði í dag dóttrini Eyðvør gávukekk og standmynd sum prógv um, at hon var best í august - Mynd: Bjarni Enghamar

Í harðari kapping við Heidi Sevdal úr NSÍ, bleiv Eyðvør Klakstein vald sum besti spælarin í august mánaða, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Eftir at hava luttikið í Champions League í síðstu viku, høvdu kvinnurnar úr KÍ aftur dyst í Betri Deildini í dag, tá tær vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði. Undan dystinum varð Eyðvør Klakstein kunngjørd og heiðrað sum besti spælarin í august.

 

Tað eru venjararnir í deildini, umframt umboð fyri Televarpið, sum velja besta spælaran hvønn mánað, og hesaferð var tað aftur Eyðvør sum fór avstað við heiðrinum.

 

Í hesum sambandi handaði pápi Eyðvør, Eyðun Klakstein, dóttrini ein gávukekk frá HAPS á 1000kr, umframt eina glasstandmynd, sum Betri hevur latið.

 

Eyðvør vann eisini heiðurin fyri juni/juli, og sigast má at hon og liðfelagarnir úr KÍ hava havt eitt sera gott kappingarár, har tær longu hava tryggjað sær FM heitið. Sjálv hevur Eyðvør skorað 19 mál í 19 dystum, sum má sigast at vera framúr hagtøl.

 

Í sjálvum dystinum hildu Eyðvør og KÍ fram í sama stíli við 3-0 sigrii, og aftur í dag kom Eyðvør á máltalvuna, tá hon legði KÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Bjarni Enghamar var til dystin í Sarpugerði og tók nakrar myndir av besta spælaranum hendan mánaðan.

 

##med2##

 

##med3##

 

Eyðun Klakstein handaði í dag dóttrini Eyðvør gávukekk og standmynd sum prógv um, at hon var best í august - Mynd: Bjarni Enghamar