FBI skal kanna hendingina tá brúgvin fór í knús

Washington Post sigur, at FBI skal kanna, um manningin visti um, at skipið hevði tekniskar trupulleikar.

Í dag veit Washington Post at siga, at FBI skal rannsaka hendingina, tá brúgvin í Baltimor varð ásigld í mars og fór í knús.

 

Reuters skrivar eisini um málið í dag og vísir á, at seks fólk lótu lív í hendingini.

 

Tvey fólk vórðu tikin upp úr sjónum, harav annar persónurin hevði fingið álvarsligan skaða.

 

Tað var bingjuskipið, Dali, ið sigldi undir flaggi úr Singapor, sum sigldi á brúnna í býnum, Baltimor í Maryland.

 

Skipið var á veg úr Baltimor til Sri Lanka, og væntað varð, at túrurin fór at taka eini 28 samdøgur.

 

Washington Post sigur, at FBI nú skal kanna, um manningin visti um, at skipið hevði tekniskar trupulleikar.

 

Manningin skal hava boðað frá, at tey høvdu trupulleikar við streyminum umborð, og tískil sendu tey út neyðarkall.