Ferðafólk við Norrønu liggja veðurføst

Roynt verður at grava tey leys í dag og í kvøld

Tað gekk ikki, sum ætlað hjá 500 ferðafólk, sum komu til Seyðisfjarðar í Íslandi í morgun.

 

Tað skrivar Morgunblaðið.

 

Ætlanin hjá teimum var at ferðast runt í Íslandi, men tey hava rent seg í byrjannartrupulleikar tí tað vísir seg nevniliga, at har er so nógvur kavi, at vegurin til og frá Seyðisfirði er stongdur, so tey liggja veðurføst í Seyðisfirði.

 

Norrøna hevði eisini einar 80 bilar við. Fleiri av teimum eru húsbilar og tey eru farin í land og hava fingið streym úr landi.

 

Myndugleikarnir í Íslandi siga, at nú verður roynt at grava tey leysar, so at bilarnir sleppa úr Seyðisfirði, saman við eini gravimaskinu.

 

Ætlanin er at føra bilarnar úr Seyðisfirði í smáum, við umleið 20 bilum aftan á hvørjari gravimaskinu og tað er væntandi, at tað fer at eydnast í kvøld.

 

Men koyrilíkindindi eru rættiliga ring summastaðni, men aðrastaðni er koyrandi.

 

Annars sigur Morgunblaðið, at ferðafólk hava tað gott, tey eru umborð og á farstøðini. Eftir ætlan fer Norrøna úr Seyðisfirði í annaðkvøld