– Titanic er best á VHS, sigur maðurin um videoformatið, sum langt síðani er útgingið.
Hann hevur sína egnu kanal á YouTube, sum snýr seg um »Titanic«-filmin, veit sjónvarpsstøðin WFTS at siga.
– Eg sovni, meðan eg hugsi um »Titanic«, og tá eg vakni, hugsi eg um »Titanic«, sigur savnarin, sum verður kallaður JD - sum forstavirnir hjá Jack Dawson, høvuðspersóninum í »Titanic«.
Fyribils hevur JD savnað 2.467 av teimum gomlu videobondunum, »so vit nærkast einari millión«, sum hann sigur.
Jo fleiri fólk, ið síggja YouTube-video hjá honum og vilja hjálpa honum at seta »ósøkkandi« metið í at eiga flestar »Titanic«-filmar á VHS, jú meira veksur savnið.
##med2##
Hvønn dag fær hann fleiri filmar í postkassan, sum fólk úr øllum heiminum senda honum.
/ritzau/