Final Four í European League verður leikt í Flensburg

Hálvfinalurnar og finalan í European League vera leiktar beint sunnanfyri danska markið

Ígjár bleiv staðfest, at Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus aftaná 24-22 (11-11) sigur á Eurofarm Pellister á heimavølli, ið hvussu er vera millum fýra tey ovastu liðini í bólki D í EHF European League.

 

Tað merkir, at Skanderborg Århus hevur vunnið seg í áttandapartsfinalurnar.

 

Vegurin er langur, men megna Hákun og liðfelagarnir at vinna ein samlaðan sigur í áttandapartsfinalunum, og aftur ein samlaðan sigur í fjórðingsfinalunum, so bíðar eitt spennandi FINAL FOUR vikuskiftið.

 

Vertsbýur fyri FINAL FOUR í EHF European League verður týski býurin, Flensburg sum liggur beint sunnanfyri markið við Danmark.

 

FINAL FOUR í EHF European League í Flensburg verður leikt vikuskiftið 27. og 28. mai.