Tveir útlendingar fingu í gjár ávaring fyri at flúgv við dronu. Tað veit vaktleiðarin hjá løgregluni at siga í morgun. Talan var um eina hending í Bø.
– Hetta málið varð orðnað við eini bót, men tað kemur meira enn so fyri, at hald verður lagt á dronuna, sigur vaktleiðarin.
Í hesum føri var talan um útlendingar, sum vóru bergtiknir av føroysku náttúruni og ongar illar ætlanir høvdu, sigur vaktleiðarin.
Hann sigur, at tú skalt hava loyvi til at flúgva við dronu í Føroyum, og so er tað als ikki loyvt at flúgva við dronu tættari enn fimm kilometrar frá einum flogvølli – og bæði Bøur og Sørvágur liggja innan fyri tað markið.
Vaktleiðarin sigur, at nógv mál eru av hesum slag, tað hendir nærmast dagliga um summarið. Tá talan er um dronur í grindadrápi hendir tað meira enn so, at hald verður lagt á dronua, sum tá verður brúkt til eitt ólógligt endamál.
Annars fekk løgreglan í gjár boð um eina trampolin í Kollafirði, sum var farin á flog og hevði gjørt skaða á ein bil. Hetta var ein hending, sum fór fram sunnudagin.