Dreingirnir á Barnaheiminum sluppu ikki at spæla við HB

– Tað vóru greiðu boðini vit fingu, sigur legendariski B36 spælarin, Baldvin Baldvinson í samrøðu við Dimmalætting, sum nú er at fáa í kioskum og handlum kring landið

Í Dimmalætting hetta vikuskiftið er millum annað samrøða við kenda B36 spælaran, Baldvin Baldvinson, sum vaks uppp á Barnaheiminum í Havn.

 

Gávurnar at spæla fótbólt vóru eyðsýndar og tí royndu tey í HB at lokka hann á liðið. Men tá setti mamman á Barnaheiminum honum stólin fyri hurðina: Tað skal eingin drongur á barnaheiminum spæla við HB, gjørdi hon púra greitt...

 

Dimmalætting hevur prátað við Baldvin um barnalívið, vaksnamannalívið, fótbóltslívið, um tá ið hann hitti pápa sín fyrstu ferð og um einastu ferð hann hitti mammu sína.

 

Blaði hevur eisini tosað við nakrar nývaldar kommunupolitikarar - og við gamla býarkongin í Havn, Heðin Mortensen um, hvussu tað verður at stíga til viks og lata yngri kreftir sessast við borðendan í Tórshavnar Býráði.

 

Blaðið hevur eisini hitt 90 ára gomlu Oslu Arge Ellingsgaard, sum, á hvørjum ári, sendir fátækum børnum úti í heimi, jólagávur og sum sigur, at tað er ein Guðs gáva at gleða børnini.

 

Eisini hevur blaðið eina frágreiðing um, hvussu bummgjaldið at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin kann verða lækkað, og hví tað er neyðugt at endurskoða eldraøki, tí kommunurnar fáa ikki ráð til at umsita tað forsvarligt - samstundis sum landskassin eisini skal spara.

 

Blaðið hevur eisini tosað við íslendskan føroying, sum doyði - men raknaði við aftur, og blaðið prátar eisini við stjóran í SMS, Niels Mortensen um, hví eigararnir seldu SMS til Íslands.

 

Nýggjasta Dimmmalætting, sum er 72 síður, og sum er at fáa í handlum og kioskum kring landið - og haldar kunnu lesa blaðið á www.dimma.fo, har eisini ber til at keypa hald.