Erla Kongsdóttir við kvinnum hevur vunnið nógv mest seinastu árini. Erla Kongsdóttir vann á fjarðastevnu á Skála. Tá var fjarstøðan aftur til Firvald av Tvøroyri, sum var næstfyrstur, meiri enn átta sekund.
Tí var Erla Kongsdóttir stórfavorittur undan róðrinum í góðu líkindunum á Skálafjørðinum í dag.
Men Erla Kongsdóttir vann ikki. Starturin hjá Erlu var ikki góður, og bæði Firvaldur og Blikur løgdu seg væl framum grøna favorittbátin.
Smátt um smátt fótaði Erla Kongsdóttir sær. Takið var at fáa hinar báðar bátarnar aftur. Firvaldur og Blikur vóru eina løtu stavn um stavn, men so hevði Firvaldur hug at ganga frá teimum á Argjum.
Erla Kongsdóttir legði seg upp á síðuna á Bliki og tók hann, men tað eydnaðist Erlu Kongsdóttir at fáa fatur á Firvaldi, sum stútt og støðugt tók seg frá Erlu Kongsdóttir og vann søtan sigur.
Firvaldur | 05:39.28 | 7 | 0 | 0 | |
2 | Erla Kongsdóttir | 05:40.38 | 6 | 0 | 0 |
3 | Blikur | 05:42.32 | 5 | 0 | 0 |
4 | Tjaldrið | 05:44.38 | 4 | 0 | 0 |
5 | Tekla | 05:45.04 | 3 | 0 | 0 |
6 | Spógvin | 05:53.14 | 2 | 0 | 0 |
7 | Tambar | 05:56.01 | 1 | 0 | 0 |
8 | Báran | 06:01.46 | 0 | 0 | 0 |
9 | Malunarhav | 06:03.11 | 0 | 0 | 0 |
10 | Tarvurin | 06:06.09 | 0 | 1 | 0 |
11 | Junkarin | 06:11.49 | 0 | 0 | 0 |
12 | Falkur | 06:12.18 | 0 | 0 | 0 |
13 | Ritan | 06:13.15 | 0 | 0 | 0 |