Flestu línuskip eru í Grønlandi og Íslandi

Hann verður liggjandi við landnyrðingi, og tá streymurin eisini eru harður, verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, varð sagt, at tvey frystilínuskip eru í íslendskum sjógvi, fýra í Grønlandi og tvey í føroyskum sjógvi.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Um útlitini til útróður varð sagt, at streymurin er harður, og veðrið verður ivasamt. Roknað verður tí ikki við nógvum útróðri í vikuni sum kemur.

 

Lagt varð aftrat, at hann verður liggjandi við landnyrðingi, so kanska loysir onkur bátur vestan fyri, har landnyrðingurin roynist frægari enn eitt nú eystan fyri og norðanfyri.

 

- Útróðrarbátarnir hava brúkiligan fiskiskap, og nú eru  tað fleiri, sum fiska við snellu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.