FM1: Endurhoyr málini og samanumtøkuna hjá Hjalgrími Elttør

(FM1) Talan gjørdist um ein søguligan dyst, men eitt erguligt tap

 

##med2##

 

Nú liggur stór ábyrgd á HB at útvega føroyskum fótbólti fleiri stig í evropeiska roknskapinum móti Budućnost Podgorica úr Montenegro í komandi umfari í Europa Conference League.

 

Nógv høvdu sett vónina til, at KÍ kundi vinna okkum stig og vinna seg víðari í Europa Conference League, men teir blivu søktir av RFS úr Riga aftaná longda leiktíð.

 

KÍ – RFS 2-4 (2-3) eftir longda leiktíð - RFS vinnur samanlagt 6-5.

 

0-1: Vitalijs Jagodinskis 10.

 

1-1: Odmar Færø 17.

 

1-2: Darko Lemajic 25.

 

1-3: Emerson Deocleciano 27.

 

2-3: Deni Pavlovic 45.+2.

 

2-4: Tomislav Saric 108.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum seks málunum og dystarendanum. Hjalgrím Elttør var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr samanumtøkuna hjá Tróndi og Hjalgrími sum staðfestu, at leikliga var KÍ ikki verri enn RFS, men klaksvíkingar vóru søktir av effektivu deyðbóltunum hjá RFS. 

 

(KÍ-RFS 2-4 (2-3 - 2-3) - Hoyr málini og samanumtøku hjá Hjalgrími Elttør)

(KÍ-RFS 2-4 (2-3 - 2-3) - Hoyr málini og samanumtøku hjá Hjalgrími Elttør)