FM1 sendir frá Listastovuni í Miðvági mikudagin

Sendingin verður millum klokkan 13 og 15

Mikudagin 7. september verður triðja beinleiðis sendingin hjá FM1 úr Vága Kommunu. Petur Zachariassen fær gestir inn í Listastovuna í Miðvági til prát.

 

Í sendingini hesaferð vera tað Tordis Biskopstøð frá Menningarstovuni, Dorthea Højgaard Dam, sum varar av barna og ungdómsøkinum í Vága Kommunu, og Niels O. Joensen, sum koma á gátt til prát. Á skránni verður eisini live tónleikur frá Katrini á Borg.

 

Í Vága Kommunu hoyrist FM1 á 93,7MHz, men øll kunnu eisini lurta við á netinum á www.midlar.fo

 

Sendingin er millum klokkan 13 og 15.