Tíðliga gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan frá einum gistingarhúsi í miðbýnum í Havn um, at ein persónur hevði framt hervert á hotellinum.
- Vit fóru á staðið, og tað vísti seg, at tann, sum hevði gjørt um seg, framvegis var á hotellinum, tá vit komu.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at viðkomandi hevði skaffað sær atgongd fyrr um náttina.
- Her var ikki talan um innbrot, men eitt nú hevði ein stórur rútur fingið skaða, sigur løgreglan.
Viðkomandi verður skuldsettur fyri herverk á hotellinum.
Um 07.15-tíðina gjáramorgunin fekk løgreglan eisini eina fráboðan úr Vestmanna um stuldur.
- Tað var onkur, sum hevði verið inni í einum hjalli mánanáttina og stolið øl, visti løgreglan at siga í morgun.