Frekleikin hjá bankunum skal steðgast

Eg fari at arbeiða fyri at seta bankunum mørk

Enn einaferð vísa bankarnir sín grammleika og áleggja nú fólki at rinda uppaftur meira fyri sínar egnu pengar.

 

Fólk skulu rinda fyri at taka pengar út, fólk skulu rinda fyri at seta pengar inn, fólk skulu rinda fyri at hava pengar innistandandi, fólk skulu rinda fyri at flyta gjøgnum netbankan – ja, vit kundu hildið fram.

 

Hetta skal steðgast!

 

Tí fari eg at arbeiða fyri at seta bankunum mørk. Tú skal fáa tín pening úr bankanum uttan at skula rinda fyri hetta.

 

Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi