Martin Agnarsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad spældu dyst á útivølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini móti Ishøj.
Tað eydnaðist Aarhus at vinna dystin 3-1. Sebastian Denius legði Aarhus á odda í 16. minutti, og hann økti til 2-0 í 49. minutti. Í 63. minutti kom spenningur aftur í dýstin, men seks minuttir seinni økti Frederik Grube til 3-1.
Aarhus Fremad er næstfremst í deildini við 25 stigum. Teir hava sjey stig upp til oddaliðið, gamla føroyingaliðið, Fremad Amager sum hevur 32 stig.
Komandi leygardag klokkan 13 kemur botnproppurin, Nykøbing á vitjan hjá Aarhus Fremad á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus.