Fullur lærari á Glasi sendur heim av námsferð

Ein lærari á Glasi, sum var á námsferð við næmingum, varð sendur heim, tí hann var fullur

 

Rektarin á Glasi, Una Joensen, váttar fyri Frihedsbrevet.fo bert, at ein lærari er sendur heim.

Ein lærari á Glasi, sum var við einum flokki á námsferð í Portugal í vikuni, er burturvístur av ferðini og sendur heim. Fleiri keldur greiða frá, at lærarin var sjónliga ávirkaður, bæði áðrenn fráferð og á sjálvari ferðini, áðrenn hann varð burturvístur og sendur heim. 

Tað skrivar Frihedsbrevet.fo, sum eisini sigur, at rektarin á Glasi, Una Joensen, váttar, at ein lærari er komin heim av tænastuferð.

Talan er um flokk á Glasi, sum hevur verið á námsferð i Lissabon í Portugál

Frihedsbrevet sigur seg vita frá fleiri ymiskum keldum, at ein lærari, sum var við á ferðini, tóktist vera ávirkaður, fullur siga fleiri, longu áðrenn fráferð úr Føroyum. Komin til Portugal er sami lærari eisini burtur í fleiri tímar — afturkomin er hann sera drukkin, skrivar Frihedsbrevet.

Við Frihesbrevet.fo sigur Una Joensen, rektari á Glasi, seg ikki kunna gera stórvegis viðmerkingar til málið.

– Talan er um eitt persónsmál, sum eg ikki kann viðmerkja, sigur hon.

– Men eg kann vátta, at ein lærari er komin heim av tænastuferð, leggur hon aftrat.

Flokkarnir, sum hava verið á námsferð, komu aftur í gjár. Slíkar námsferðir eru partur av undirvísingini – og eins væl og tað ikki er loyvt at vera ávirkaður til arbeiðis á Glasi, so er heldur ikki loyvt at vera ávirkaður á námsferðunum, sigur Una Joensen við Frihedsbrevet.fo.