Funnu ein bil við ongum førara í

Ein persónur er undir illgruna fyri at hava koyrt rúsdrekkakoyring

Hóast vit skriva juli nú, so var nokkso nógvur vindur í gjár. Og tað merktu tey eisini hjá politinum, tí í gjárkvøldið kom ein fráboðan um møguligan stormskaða.

 

– Tað var nokkso serligt at fáa fráboðan um storm á hásumri. Sovorðið plagar at vera um veturin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

Tað var ein takpláta, sum hekk leys, og onkur var bangin fyri, at hon fór avstað. Fólk blivu send á staðið, og tað bleiv orðnað.

 

Men í nátt klokkan 03:30 fekk politiið eina aðra fráboðan. Hesa ferð var tað um ein brotnan bil í Kambsdali, har eingin bilførari var í.

 

Ein persónur bleiv tó skjótt settur í samband við bilin, tí hann var tætt við. Illgrundi var, at hann hevði koyrt ávirkaður, og tí bleiv hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og koyrdur á sjúkhúsið til kanningar, fortelur vakthavandi.

 

Bilurin hevði fingið nakrar snuddir, og tað er óvist, hvussu viðkomandi hevur fingið fatur á bilinum, tí eitt bilverkstað eigur bilin. Nú skal finnast útav, um bilurin er stolin, læntur ella hvat.