Og nú verður farið at skjóta marknagilsmegin.
Arbeiðið upp á Húsareynstunnilin gongur væl. Í mai varð farið at skjóta villingardalsmegin. Komið er 750 metrar við at bora inn í tunnilin. Tunnilin er tilsaman 1.700 metrar.
Farið varð undir avgrevsturin oman fyri Marknagil í august. Grivið er fyri íbindingarvegnum niðan á Oyggjarvegin og fyri tunnilsmunnanum sjálvum. Borurin er eisini settur í til fyrsta skotið.
Vignast væl, verður liðugt at spreingja tunnilin um mánaðarskiftið januar-februar 2024.
##med2##
##med3##
##med4##