Gilli fekk heldur ikki spælitíð í seinasta dystinum í 2023

Seinasti dysturin hjá Vejle í donsku superliguni í hesum kalendaraárinum endaði við málleysum javnleiki

Gilli R. Sørensen var við í hópinum tá Vejle fríggjakvøldið spældi javnleik 0-0 móti Randers FC.

 

Men heldur ikki hesaferð fekk Gilli spælitíð. 

 

Gilli hevur ikki spælt dyst fyri Vejle í superliguni síðani 1. september. 

 

Gilli má nú bíða til 18. februar tá kappingin í donsku superliguni verður tikin uppaftur.

 

18. februar hevur Vejle heimadyst móti AGF.

 

Vejle er næstniðast í donsku superliguni við 14 stigum.