Góði veljari

Nú eru ikki nógvir tímar til valstøðini lata upp og vónandi tekur tú av møguleikanum at seta tín X við meg.

 

Nógv hevur verið lovað frá ymsu valevnunum í teim ymisku flokkunum og hugaligt hevur verið at sæð, hoyrt og lisið at nærum øll vilja raðfesta vælferðasamfelagið. Við ítøkiligum átøkum fer Javnaðarflokkurin at gera gerandisdagin lættari, bíligari og grønari. Vit vita, hvussu tað skal gerast og hvussu tað skal fíggjast. Og hóast allir flokkar lova javnaðarpolitik upp undir valið, so er Javnaðarflokkurin einasta trygdin fyri, at javnaðarpolitikkur veruliga verður framdur í verki eftir valið. So hugsa um tað, tá krossurin verður settur í morgin.

 

Sum sjúkrasystir og heilsufrøðingur arbeiði eg til dagligt fyribyrgjandi og heilsufremjandi og eg kann við mínari vitan og royndum innan sjúkrahúsverkið og umsorganarøkið verða við til, at vit kunnu fáa eitt samfelag, har tað er gott at vaksa upp sum barn og gerast gamal.

 

Eg raðfesti trivnaðin og heilsuna hjá børnum, ungum og eldri høgt. Eg hugsi nógv um umhvørvið og eri fortalari fyri einum grønari Føroyum. Mítt størsta ynski er, at øll hóast ymiskar førleikar og avbjóðingar kunnu mennast, trívast og hava eitt heim óansæð hvar í Føroyum ein býr.

 

Tað síðsta eg fari at lova tær er, at eg, verið eg vald, fari at arbeiða hart fyri at koma á mál við teimum hjartamálum, ið eg havi víst á undir valstríðnum. Velur tit meg, fært tú eina hugagóða, ágrýtna og samstarvssinnaða kvinnu.

 

At enda vil eg ynskja tykkum øllum eitt gott val og gleðilig jól

 

Við javnaðarkvøðu

 

Sára Gullfoss