Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík ferðaðust ta langu leið til Ísafjørðin fyri at spæla dyst móti einum liði, sum eigur ein serligan lut í føroysku fótbóltssøguni.
Víkingur Reykjavík spældi móti Vestri, sum í sínari tíð saman við einum øðrum liði úr Ísafirði, Hörði lat føroysku liðunum Ísafjarðarbikarið og ísafjarðarsúlurnar at spæla um, árini millum 1955 og 1988.
Gunnar spældi allan dystin tá Víkingur vann stórsigur 4-1 á Vestri, ið framdi tað bragd í fjør at flyta upp í bestu íslendsku fótbóltsdeildina.
Vestri-Víkingur Reykjavík 1-4 (1-3)
0-1 Danijel Dejan Djuric '4
Silas Songani '32 1-1
1-2 Danijel Dejan Djuric '35
1-3 Ari Sigurpálsson '45
1-4 Erlingur Agnarsson '95
Í annaðkvøld taka Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik á Kópavogsvøllinum móti Stjörnuni.
Komandi leygarkvøld klokkan 18 spælir Víkingur, ið er fremst í deildini dyst á útivølli móti Akranesi.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | U | J | T | Mál | +/- | Stig |
1 | Víkingur Reykjavík | 7 | 6 | 0 | 1 | 18:7 | 11 | 18 |
2 | Breiðablik | 6 | 4 | 0 | 2 | 15:9 | 6 | 12 |
3 | FH | 7 | 4 | 0 | 3 | 11:11 | 0 | 12 |
4 | Valur | 6 | 3 | 2 | 1 | 9:5 | 4 | 11 |
5 | Fram | 6 | 3 | 2 | 1 | 7:4 | 3 | 11 |
6 | KR | 7 | 3 | 1 | 3 | 13:12 | 1 | 10 |
7 | Stjarnan | 6 | 3 | 1 | 2 | 8:7 | 1 | 10 |
8 | ÍA | 6 | 3 | 0 | 3 | 14:9 | 5 | 9 |
9 | HK | 6 | 2 | 1 | 3 | 6:10 | -4 | 7 |
10 | Vestri | 7 | 2 | 0 | 5 | 5:16 | -11 | 6 |
11 | KA | 7 | 1 | 2 | 4 | 11:15 | -4 | 5 |
12 | Fylkir | 7 | 0 | 1 | 6 | 7:19 | -12 | 1 |